Um Janus Open
Janus Open er ein árlig minningarkapping í talvi, skipað til heiðurs fyri Janusi í Løðuni.
Janus var ein eldhugaður talsmaður fyri talvi og ein týðandi partur av talvfelagnum Rókur. Við sínum blíða lyndi, trúfesti og ídni setti hann síni spor – bæði sum telvari og menniskja.
Hann varð tikin frá okkum alt ov tíðliga – tann 6. juli 2024, bert 46 ára gamal.
Við Janus Open vilja vit á hvørjum ári minnast Janus og hansara stóra leiklut í føroyskum talvi – og samstundis savna telvarar í hansara anda:
Kappingargleði – at njóta spælið og sjálva kappingina, júst sum Janus gjørdi.
Felagsskapur – at vera saman um ein felags áhuga og stuðla hvørjum øðrum, júst sum Janus gjørdi í felagnum.
Virðing fyri spælinum – at vísa virðing fyri bæði mótstøðumanni og sjálvum spælinum, og at telva við góðum ítróttaranda
Dentur á gentu- og kvinnutelving
Ein týðandi partur av arbeiðinum kring Janus Open er at styrkja gentu- og kvinnutelving í Føroyum. Vit vilja skapa góðar karmar, har ungar gentur fáa møguleika at menna seg, fáa kappingarroyndir og kenna seg sum ein natúrligan part av føroyska talvfelagskapinum.
Við hesum ynskja vit at økja um kvinnuluttøkuna í kappingum og arbeiða fram ímóti, at Føroyar í framtíðini hava eitt sterkt og virkið kvinnulandslið.