Sí yvirlit yvir tilmeldingar higartil - trýst her
Eidi 660X330

Talvkapping á Eiði setur nýtt met

Talvkappingin “Janus Open” á Eiði tykist hava óvanliga sterka atdráttarmegi.
 
Í fjør, tá henda kapping fór av bakkastokki, var áhugin so stórur, at luttøkumet var sett. Og í ár, nú kappingin verður hildin á øðrum sinni, verður luttøkumetið í fjør væl og virðiliga sprongt. 

 

 
Ikki færri enn 142 telvarar hava boðað frá luttøku í ár. Í fjør vóru teir 103.
 
Telvað verður hetta vikuskiftið. Fríggjadag, leygardag og sunnudag. Átta umfør í alt. 
 
Fýra umfør eru í kvøld. Tá verður kviktelvað. Tíggju minuttir í part og fimm sekund fyri hvønn fluttan leik. Hini umførini leygardag og sunnudag hava telvarar ein tíma hvør til hvørt talv umframt hálvan minutt fyri hvønn leikin.
 
Kappingarformurin líkst sokallaðu Open-kappingunum. Broytingin frá vanligu Open-kappingunum, sum eru fastur partur av talvkálmanakkanum, er, at eitt umfar er lagt afturat fríggjakvøld, og 30 min. eru tiknir av langtalvunum. Eitt umfar verður lagt afturat, tí luttøkutalið er so høgt. Langtalvini eru stytt, fyri at hava møguleika at gera okkurt annað burturúr leygarkvøldið.
 
Kappingin verður ratað, telvarar við hægri styrkitali enn 2400 eru tó undantiknir. Telvarin við hægsta styrkitalinum í kappingini er Høgni Egilstoft Nielsen (2391). Hann og íslendingurin Dagur Ragnarsson, ið hevur næsthægsta styrkitalið, eru teir einastu, ið hava heitið sum altjóða meistarar.
 
Meginparturin av telvarunum eru føroyingar, men fleiri útlendingar eru eisini við, serliga norðurlendingar, mest íslendingar. Gott og væl tretivu av teimum, sum telva, eru úr lokaløkinum í Norðstreymoy.
 
 
Gravgangur
 
Tað er sum nevnt ikki komið fyri fyrr, at so nógv eru við í einstakari talvkapping í Føroyum. 
Metið fyri Janus Open var frá 1987, tá Føroyar hýstu norðurlandameistarakappingini í Norðurlandahúsinum. Tá vóru í alt 101 telvarar við úr øllum norðurlondum. FM-metið er frá 2003. Tá vóru 95 telvarar við í FM-einstaklingakappingini í Læraraskúlahøllini í Havn.
Talan er tó um hvørt sítt slag av talvkappingum. Kappingarnar í 1987 og 2003 vóru vanligar standardkappingar. Tá var telvað í einar tíggju dagar í eitt koyr við fullari umhugsunartíð. Janus Open er ein vikuskiftiskapping eftir øðrvísi leisti.
Onnur sjáldsom regla er, at telvarar kunnu fáa hálvt stig tríggjar ferðir uttan at telva. Tað gevur telvarum eitt vist frælsi og andarhald frá kappingini.
Stóra luttøkan er kanska eisini dømi um, at telvarar nú á døgum eru meira fúsir at telva, tá alt gongur skjótt fyri seg, og tú ikki er so bundin, at tú ikki eisini fær gjørt okkurt annað, meðan telvað verður. 
Rógvi Egilstoft er høvuðsfyriskipari. Kappingin er til minnis um eiðismannin Janus í Løðuni, ið var ein eldsál í talvumhvørvinum á Eiði og har um vegir, men sum doyði á sumri 1924, 46 ár.
Byrjað verður klokkan 18 í kvøld. Ætlandi fer at bera til at síggja beinleiðis á netinum hvussu leikur fer á teimum fremstu borðunum í kappingini.

Fleiri tíðindi

IMG 3342

Hjartaliga takk!

Vit vilja senda eina stóra og hjartaliga tøkk til øll okkara hjálparfólk og stuðlar, sum hava gjørt hetta tiltakið møguligt. H...

Les meira um Hjartaliga takk!
Image 1 1024X768

Íslendingar bestir

Íslendingar stóðu seg best í stóru talvkappingini Janus Open um vikuskiftið. Bæði vinnarin og hin næstbesti vóru íslendingar. S...

Les meira um Íslendingar bestir
Janusopenii 660X330

Ein føroyingur og tveir íslendingar fremstir

Tað er trongt í oddanum í væl mannaðu talvkappingini Janus Open á Eiði, nú seks umfør eru avgreidd. Eitt hálvt stig skilir tei...

Les meira um Ein føroyingur og tveir íslendingar fremstir
38A072e1 68Dc 4336 A46c Ee2a53deaac4

Skrá – Janus Open II

Fríggjadagur – 9. januar17.00 – 17.45: Innskriving18.00: Setan 18.15: Umfar 1 - 4 ⸻ Leygardagur – 10. januar10.00: Umfar 5 12:3...

Les meira um Skrá – Janus Open II