Sí yvirlit yvir tilmeldingar higartil - trýst her
3Ab57769 3Bdd 460B Ac31 56566B86297f

Matur millum umførini

Til undanfarnu kapping bleiv bjóðaður matur bæði leygardag og sunnudag. Stutt er millum umførini, og talvini kunnu gerast long. Tí hildu vit, at tað riggaði sera væl við góðum mati á talvstaðnum. Vit hava avgjørt, at hetta verður gjørt aftur til komandi Janus Open.

Vit eru so hepnir, at Henrik Sommer frá Sommer Matveiting aftur kemur at standa fyri matinum hesaferð. Fleiri høvdu á orði, hvussu góður maturin var seinast.

Nakrar mánaðir eftir kappingina vitjaði Hansara Hátign Fríðrikur kongur á Eiði, og tað var júst Henrik Sommer, ið fekk heiðurin at gera matin til Hansara Hátign. Vit vita ikki við vissu, hví hann fekk henda møguleikan, men kanska var tað tí, at borgarstjórin í Eiðis kommunu – sum eisini luttók í kappingini – ongantíð áður hevur fingið so góðan mat!

Vit vilja samstundis takka Samkeyp og Sjógæti fyri teirra góða stuðul, sum ger tað møguligt hjá okkum at bjóða luttakarunum góðan mat millum umførini.

Eisini takka vit Jura kaffi, sum stuðlar við at bjóða øllum ókeypis fyrstafloks kaffi alt vikuskiftið. Kaffi kann njótast saman við einum kakubita, sum sjálvboðin baka.

Komið við til Janus Open II – meira enn bara ein talvkapping.

 

Fleiri tíðindi

200962111518197405

NM vinnarar luttaka í Janus Open II

Seinasta vikuskiftið bleiv FM fyri gentur telvað í Havn. Hetta var samstundis úttøkukapping til Norðurlandameistaraskapið fyri...

Les meira um NM vinnarar luttaka í Janus Open II
Íslendskar Kvinnur

Fleiri gentur og kvinnur við til Janus Open II

Tað er synd at siga, at nógvar gentur ella kvinnur eru at síggja í føroyska talvumhvørvinum. Hetta halda vit, at nakað skal ger...

Les meira um Fleiri gentur og kvinnur við til Janus Open II
A58f98ce 0C6c 4A7c Acbc 428C47b76393

Góð undirtøka!

Nú tað eru 4 mánaðir til Janus Open II byrjar, gleðast vit um, at tað longu eru komnar 77 tilmeldingar til kappingina. Sermerkt...

Les meira um Góð undirtøka!
Janus Open 2025 7

Janus Open II – vit síggjast í Kolshøll 9. - 11. januar

Vit, í Talvfelagnum Róki, gleða okkum at bjóða øllum telvarum – nýggjum og royndum – hjartaliga vælkomnum til Janus Open II, su...

Les meira um Janus Open II – vit síggjast í Kolshøll 9. - 11. januar