Trýst her fyri at síggja yvirlit yvir allar tilmeldingarnar higartil
IMG 3360

Janus Open stuðlar FM fyri gentur

Tá ið FM fyri gentur verður á Eiði 21. november, fær hvør luttakari eitt gávukort til biografin frá Janus Open. Tað er Talvfelagið Rókur, sum skipar fyri kappingini í samstarvi við Talvsamband Føroya.

Janus Open hevur valt at stuðla kappingini við gávukortunum, og allar gentur, sum luttaka í FM, sleppa eisini ókeypis við til Janus Open III á Eiði 8.–10. januar 2027.

Vit í Janus Open vilja fegin hava fleiri gentur og kvinnur at telva. Ein partur av tí er at stuðla teimum, sum longu eru við, og geva nýggjum telvarum hug at royna seg. Tí hildu vit, at FM fyri gentur var eitt gott høvi at lata ein stuðul, sum allar genturnar fáa gleði av.

Vit vóna, at nógvar gentur koma til FM, og at vit síggja tær aftur til Janus Open í januar.

Fleiri tíðindi

Uden Titel

Fleiri gentur og kvinnur við til Janus Open III

Seinastu árini hava vit lagt stóran dent á at fáa fleiri gentur og kvinnur við til Janus Open. Tað er tí sera gleðiligt, at fle...

Les meira um Fleiri gentur og kvinnur við til Janus Open III
38A072e1 68Dc 4336 A46c Ee2a53deaac4

Janus Open III – melda til nú!

Tilmeldingin til Janus Open III er væl ávegis. Í løtuni eru 29 telvarar tilmeldaðir, teirra millum 5 gentur/kvinnur og 7 útlend...

Les meira um Janus Open III – melda til nú!
MM 7939

Janus Open III – 8. - 10. januar 2027

Vit í Talvfelagnum Róki gleða okkum at bjóða vælkomin til Janus Open III, sum verður í Kolshøll á Eiði 8. - 10. januar 2027. J...

Les meira um Janus Open III – 8. - 10. januar 2027
IMG 3357 (1)

Vaksandi áhugi fyri kvinnutelving

Fyrsta árið vóru 9 kvinnur við í Janus Open. Á øðrum ári vaks talið til 15 kvinnur, sum vit eru sera fegin um. Vit hava lagt d...

Les meira um Vaksandi áhugi fyri kvinnutelving