Trýst her fyri at síggja yvirlit yvir allar tilmeldingarnar higartil
MM 7939

Janus Open III – 8. - 10. januar 2027

Vit í Talvfelagnum Róki gleða okkum at bjóða vælkomin til Janus Open III, sum verður í Kolshøll á Eiði 8. - 10. januar 2027.

Janus Open er ein minningarkapping fyri Janus í Løðuni, sum var ein sera virkin og góður partur av felagnum í nógv ár. Við kappingini vilja vit minnast hann við tí felagsskapi og gleði, sum hann ríkaði talvumhvørvi við.

Fyrstu tvey árini hava verið sera væl eydnað. Fyrsta kappingin í 2025 gjørdist tann størsta talvkappingin í Føroyum nakrantíð, og í 2026 vaks kappingin enn meira við luttakarum úr bæði Føroyum og útlondum.

Aftur í 2027 verður telvað 8 umfør yvir tríggjar dagar. Øll eru vælkomin at vera við – bæði roynd og óroynd, børn og vaksin. Øll telva í sama bólki, og heiðurslønir verða latnar í fleiri ymiskum flokkum.

Eins og undanfarin ár verður dentur lagdur á góða stemningin rundan um kappingina. Ókeypis matur verður millum umførini gjøgnum vikuskiftið, og vit bjóða eisini ókeypis kaffi og køkur. Vit vóna aftur í ár at síggja nógv fólk savnast um eitt gott talvvikuskifti á Eiði.

Vit arbeiða eisini víðari við at fáa fleiri gentur og kvinnur upp í talv, og tað gleðir okkum, at fleiri og fleiri eru byrjaðar at luttaka í Janus Open. 

Tilmelding og meira kunning er nú at finna á www.janusopen.fo. Vit síggjast í Kolshøll í januar 2027! 

Við talvkvøðu
Talvfelagið Rókur

Fleiri tíðindi

Uden Titel

Fleiri gentur og kvinnur við til Janus Open III

Seinastu árini hava vit lagt stóran dent á at fáa fleiri gentur og kvinnur við til Janus Open. Tað er tí sera gleðiligt, at fle...

Les meira um Fleiri gentur og kvinnur við til Janus Open III
38A072e1 68Dc 4336 A46c Ee2a53deaac4

Janus Open III – melda til nú!

Tilmeldingin til Janus Open III er væl ávegis. Í løtuni eru 29 telvarar tilmeldaðir, teirra millum 5 gentur/kvinnur og 7 útlend...

Les meira um Janus Open III – melda til nú!
IMG 3357 (1)

Vaksandi áhugi fyri kvinnutelving

Fyrsta árið vóru 9 kvinnur við í Janus Open. Á øðrum ári vaks talið til 15 kvinnur, sum vit eru sera fegin um. Vit hava lagt d...

Les meira um Vaksandi áhugi fyri kvinnutelving
IMG 3342

Hjartaliga takk!

Vit vilja senda eina stóra og hjartaliga tøkk til øll okkara hjálparfólk og stuðlar, sum hava gjørt hetta tiltakið møguligt. H...

Les meira um Hjartaliga takk!