Trýst her fyri at síggja yvirlit yvir allar tilmeldingarnar higartil
Janus Open 2025 7

Janus Open II – vit síggjast í Kolshøll 9. - 11. januar

Vit, í Talvfelagnum Róki, gleða okkum at bjóða øllum telvarum – nýggjum og royndum – hjartaliga vælkomnum til Janus Open II, sum verður hildin í Kolshøll á Eiði dagarnar 9. - 11. januar 2026.

Kappingin er ein minningarkapping fyri Janus í Løðuni, sum í mong ár var ein eldhugaður og virkin partur av felagnum. Janus var ikki bara ein dugnaligur telvari, men eisini ein maður við góðum lyndi og stórari umsorgan fyri øðrum. Hann andaðist alt ov tíðliga, 6. juli 2024, einans 46 ára gamal. Við hesi kapping vilja vit minnast hann við virðing, gleði og felagsskapi.

Fyrsta Janus Open varð hildin í januar 2025 og gjørdist ein sonn talvhátíð. Kappingin fekk góða undirtøku og savnaði telvarar úr øllum landinum – og eisini úr útlondum. Tað var ein kapping merkt av góðum ítróttaanda og einum góðum felagsskapi, sum Janus hevði elskað at verið partur av.

Kappingin verður hildin við 8 umførum yvir tríggjar dagar, har øll eru vælkomin at luttaka, óansæð royndir og styrki. Øll telva í sama bólki, men heiðurslønir verða latnar til tey fremstu í hvørjum flokki – bæði í opnum bólki og í styrki- og aldursflokkum.

Fyri at tryggja bestu karmar, kunnu vit velja at steingja tilmeldingina, tá ið 100 telvarar hava meldað seg. Tí mæla vit til at melda seg til í góðari tíð.

Matur verður at fáa á staðnum, og øll sleppa at njóta eina ókeypis máltíð millum umførini – eitt høvi ikki bara at fáa sær ein bita, men eisini at práta saman og knýta nýggj bond.

Hetta tiltakið er meira enn ein talvkapping; tað er ein møguleiki at deila løtur saman, minnast ein kæran vin og styrkja okkara talvfelagsskap.

Vit gleða okkum at síggja tykkum aftur í Kolshøll í januar 2026 – til eitt hugnaligt og innihaldsríkt vikuskifti við talvi í miðdeplinum!

Við talvkvøðu
Talvfelagið Rókur

Fleiri tíðindi

IMG 3357 (1)

Vaksandi áhugi fyri kvinnutelving

Fyrsta árið vóru 9 kvinnur við í Janus Open. Á øðrum ári vaks talið til 15 kvinnur, sum vit eru sera fegin um. Vit hava lagt d...

Les meira um Vaksandi áhugi fyri kvinnutelving
IMG 3342

Hjartaliga takk!

Vit vilja senda eina stóra og hjartaliga tøkk til øll okkara hjálparfólk og stuðlar, sum hava gjørt hetta tiltakið møguligt. H...

Les meira um Hjartaliga takk!
Image 1 1024X768

Íslendingar bestir

Íslendingar stóðu seg best í stóru talvkappingini Janus Open um vikuskiftið. Bæði vinnarin og hin næstbesti vóru íslendingar. S...

Les meira um Íslendingar bestir
Janusopenii 660X330

Ein føroyingur og tveir íslendingar fremstir

Tað er trongt í oddanum í væl mannaðu talvkappingini Janus Open á Eiði, nú seks umfør eru avgreidd. Eitt hálvt stig skilir tei...

Les meira um Ein føroyingur og tveir íslendingar fremstir