Sí yvirlit yvir tilmeldingar higartil - trýst her
Janus Open 2025 7

Íslendingur á odda á Eiði

Óvæntað hevur íslendingurin Ádam Ómarsson lagt seg einsamallan á odda í talvkappingini Janus Open á Eiði. 

Hann hevur sum hin einasti av øllum vunnið hvørt talv, nú fimm umfør eru avgreidd. Eftir styrkitølunum stóð Ómar sum hin fimtandi í røðini, so hann hevur tikið øll á bóli. 

Útlendsku telvararnir gera um seg í kappingini. Fremstu sjey telvararnir eru allir útlendingar. Høgni Egilstoft Nielsen, sum hevur hægsta styrkitalið í kappingini, er í løtuni nummar átta í røðini. Høgni hevur tapt eitt talv, móti øðrum íslendingi, Páll Gauti Jónsson.

Støðan í oddanum eftir fimm umfør:

1. Ádam Ómarsson 2026 (Ísland)) 5 stig

2-4. Páll Gauti Jónsson 2152 (Ísland) 4½

2-4. Mikkel Vinh Loftgaard 2235 (Danmark) 4½

2-4. Casper Liu (Danmark) 2251 (Danmark) 4½

5-14. Símun Tórhallsson 2223 (Ísland) 4

5-14. Bjørn Holm Birkisson 2153 (Ísland) 4

5-14. Noa Krug Wahlgreen 2148 (Danmark) 4

5-14. IM Høgni Egilstoft Nielsen 2390 (Føroyar) 4

5-14. Hans Kristian Simonsen 2146 (Føroyar) 4

5-14. Hallgerður Thorsteinsdóttir 2188 (Ísland) 4

5-14. Herluf Hansen 1995 (Føroyar) 4

5-14. Carles Melado 1926 (Spania) 4

5-14. Luitjen Akselsson Apol 2305 (Føroyar)

5-14. Ingi Ellingsgaard 1710 (Føroyar) 4 stig

Tvey umfør í dag

Kappingin endar í dag. Tvey umfør eru. Sætta umfar byrjar klokkan 13.30. Og sjeynda og seinasta umfar byrjar klokkan 17.00.

Í sætta umfarið verður telvað soleiðis á fremstu borðunum:

Páll Gauti Jónsson – Ádam Ómarsson

Casper Liu – Mikkel Vinh Loftgaard

Hans Kristian Simonsen – Høgni Egilstoft Nielsen

Luitjen Akselsson Apol – Herluf Hansen

Símun Tórhallsson – Hellgerður Thorsteinsdóttir

Íslendingar móti íslendingum, danir móti dønum og føroyingar móti føroyingum.

Telvað verður í Kolshøll á Eiði, og til ber at fylgja við leik fyri leik á fremru borðunum á netinum. Leinki sæst á heimasíðu Talvsambandsins: faroechess.com.

Talvsiðvenjan í Norðstreymoy

Sum áður nevnt er luttøkumet sett í hesari kappingini. Ongantíð eru so nógv komin saman at telva í Føroyum sum á Eiði hetta vikuskiftið. Í alt 103 telvarar eru við. Tað mesta higartil er 101, tað var, tá norðurlandameistarakappingin var í Føroyum í 1987.

27 eru úr norðurøkinum, sum Talvfelagið Rókur í Sundalagnum fevnir um.  Av hesum er á leið helvtin mestsum nýbyrjarar.

Á Eiði hevur einki talvfelag verið í nógv ár. Men Eiðis Talvfelag er elsta talvfelag í Eysturoynni. Tað var stovnað longu í 1956. Í 60-unum eru eiðismenn tríggjar ferðir við í sokallaðu Wood-kappingini, sum í 50-unum og 60-unum var tað, ið svaraði til eina landskapping í talvi fyri føroysk feløg. Eiðis Talvfelag er við í Wood-kappingini í 1964, 1966 og 1967.  

Eiðis Talvfelag er uppi í at stovna Talvsamband Føroya í 1970, og er millum tey seks feløgini, sum manna 1 deild – ella A-deildina, sum tað tá var rópt – tá landskappingin byrjaði veturin 1970/71.

Nógvir av telvarunum á Eiði itu Hans sum fyrra lið í tvífornavni. Hetta høvdu skemtararnir í V4-útvarpsundirhaldssendingini fingið við, tá ið teir sendu av Eiði eitt leygarkvøld tíðliga í 70-unum. Tá vóru allir tevararnir nevndir: Hans Egil, Hans Edvard, Hans Erland, Hans Jákup, Hans Julian, Hans Esbern – og kanska var onkur annar eisini.

Telvingin á Eiði fjarar burtur miðskeiðis í 70-unum. Tá kyknar upp annað felag á Oyri. Talvfelagið Rókur er stovnað í 1974. Har er beinanvegin futtur í, í 1978 verður Bergur Johannesen unglingaføroyameistari, og árið eftir skipar felagið fyri FM-einstaklingakappingini í nýggja Felagsskaúlanum á Oyrarbakka.

Og í 1979 verður talv nýggj grein hjá ítróttafelagnum Streymi í Hvalvík-Streymnesi. Har brestur av álvara fyri nev, og nógvir heilt góðir telvarar koma undan. Streymur vinnur FM í unglingadeildini longu í 1980 og aftur í 1982, og í 1986 gera teir bart í fremstu deildini og vinna føroyameistaraheitið í harðari kapping við Havnar Telvingarfelag. Á vinnandi liðnum eru Gunnar Joensen, Martin Brekká, Finnbjørn Zachariassen og Hanus Brekká.

Í dag er øll telving í Sundalagnum savnað í felagnum Róki. Felagið telvar sínar heimadystir eftir tørni á Oyrarbakka og á Eiði, viðhvørt við Margáir í Streymnesi. Felagið er á odda í 3 deild, so enn gongur ein løta til vit síggja teir í 1 deild.

Áhugin tykist vera stórur, Í løtuni er kanska mest gongd í á Eiði, men í liðkappingini eru fleiri telvarar, sum eru úr syðra parti av Sundalagnum.

Ratingfavoritturin Høgni Egilstoft Nielsen og Bergur Johannesen av Oyri – unglingaføroyameistari 1978.
Ratingfavoritturin Høgni Egilstoft Nielsen og Bergur Johannesen av Oyri – unglingaføroyameistari 1978.

Nógv ár eru millum tey yngstu og teir tilkomnu, sum telva á Eiði. Lítil smágenta bjóðar Peturi Páll Mikkelsen úr Gøtu Talvfelag av.
Nógv ár eru millum tey yngstu og teir tilkomnu, sum telva á Eiði. Lítil smágenta bjóðar Peturi Páll Mikkelsen úr Gøtu Talvfelag av.

 

Fleiri tíðindi

Íslendskar Kvinnur

Fleiri gentur og kvinnur við til Janus Open II

Tað er synd at siga, at nógvar gentur ella kvinnur eru at síggja í føroyska talvumhvørvinum. Hetta halda vit, at nakað skal ger...

Les meira um Fleiri gentur og kvinnur við til Janus Open II
A58f98ce 0C6c 4A7c Acbc 428C47b76393

Góð undirtøka!

Nú tað eru 4 mánaðir til Janus Open II byrjar, gleðast vit um, at tað longu eru komnar 77 tilmeldingar til kappingina. Sermerkt...

Les meira um Góð undirtøka!
Janus Open 2025 7

Janus Open II – vit síggjast í Kolshøll 9. - 11. januar

Vit, í Talvfelagnum Róki, gleða okkum at bjóða øllum telvarum – nýggjum og royndum – hjartaliga vælkomnum til Janus Open II, su...

Les meira um Janus Open II – vit síggjast í Kolshøll 9. - 11. januar
Janus Open 2025 5 Menn Og Kvinnur IS FO

Myndir - Janus Open I

Jógvan Í Skorini (borgarstjóri í Eiðis kommunu) heldur røðu Ingi Wiberg (Forseti í talvsamband Føroya) heldur røðu Rógvi Egilst...

Les meira um Myndir - Janus Open I