Fleiri gentur og kvinnur við til Janus Open III
Seinastu árini hava vit lagt stóran dent á at fáa fleiri gentur og kvinnur við til Janus Open. Tað er tí sera gleðiligt, at fleiri longu hava meldað seg til Janus Open III.
Í løtuni verður talvolympiadan telvað í Usbekistan. Føroyar hava eitt manslið við, men einki kvinnulið. Grannar okkara úr Íslandi hava hinvegin bæði eitt manslið og eitt kvinnulið við.
Vit eru glað at kunna kunngera, at tríggjar av kvinnunum á íslendska kvinnulandsliðnum koma at luttaka í Janus Open III:
🇮🇸 WFM Hallgerður Þorsteinsdóttir
🇮🇸 Hrund Hauksdóttir
🇮🇸 WFM Guðrún Fanney Briem
Í dag vunnu tær allar síni talv, tá Ísland vann sannførandi 4–0 á Namibia.
Vit vóna, at enn fleiri gentur og kvinnur fáa hug at melda seg til Janus Open III – og at Føroyar í framtíðini eisini kunnu senda eitt kvinnulið til altjóða landsliðskappingar.