Sí yvirlit yvir tilmeldingar higartil - trýst her
Íslendskar Kvinnur

Fleiri gentur og kvinnur við til Janus Open II

Tað er synd at siga, at nógvar gentur ella kvinnur eru at síggja í føroyska talvumhvørvinum. Hetta halda vit, at nakað skal gerast við. Tí hava vit lagt dent á til Janus Open II, at nógvar gentur og kvinnur tilmelda seg.

Tá stórar talvkappingar fyri landslið eru uttanlands, er vanligt, at Føroyar sendir eitt manslið avstað, men einki kvinnulið. Soleiðis var eisini nú, tá EM fyri lið bleiv telvað í Georgia fyri nøkrum døgum síðani. Hetta vóna vit verður broytt í komandi tíðum.

Til EM í Georgia luttóku grannar okkara Ísland eisini. Teir høvdu bæði eitt manslið og eitt kvinnulið við í kappingini. Vit eru glað at kunna kunngera, at allar 5 kvinnurnar á tí íslendska kvinnuliðnum, luttaka í Janus Open II.

Umframt íslendsku landsliðskvinnurnar, luttaka 12 aðrar gentur ella kvinnur. Vónandi skapar hetta áhuga fyri kvinnutelving í Føroyum, soleiðis at fleiri byrja at telva, og at Talvsamband Føroyar meldar eitt kvinnulið til komandi landsliðskapping.

 

Myndatekstur: Íslendska kvinnulið til EM í Georgia. Frá vinstru: Ingvar Thor Johannesson (Liðleiðari), Hallgerður Helga Þorsteinsdóttir, Lenka Ptacnikova, Jóhanna Björg Jóhannsdóttir, Guðrún Fanney Briem og Iðunn Helgadóttir

Fleiri tíðindi

IMG 3342

Hjartaliga takk!

Vit vilja senda eina stóra og hjartaliga tøkk til øll okkara hjálparfólk og stuðlar, sum hava gjørt hetta tiltakið møguligt. H...

Les meira um Hjartaliga takk!
Image 1 1024X768

Íslendingar bestir

Íslendingar stóðu seg best í stóru talvkappingini Janus Open um vikuskiftið. Bæði vinnarin og hin næstbesti vóru íslendingar. S...

Les meira um Íslendingar bestir
Janusopenii 660X330

Ein føroyingur og tveir íslendingar fremstir

Tað er trongt í oddanum í væl mannaðu talvkappingini Janus Open á Eiði, nú seks umfør eru avgreidd. Eitt hálvt stig skilir tei...

Les meira um Ein føroyingur og tveir íslendingar fremstir
Eidi 660X330

Talvkapping á Eiði setur nýtt met

Talvkappingin “Janus Open” á Eiði tykist hava óvanliga sterka atdráttarmegi. Í fjør, tá henda kapping fór av bakkastokki, va...

Les meira um Talvkapping á Eiði setur nýtt met