Innbjóðing - Janus Open II
📅 Dagfesting og Stað
9. – 11. januar 2026
Kolshøll, Eiði
Kolsvegur 8, 470 Eiði
🏆 Um kappingina
Árliga minningartalvkappingin Janus Open verður hildin í Kolshøll á Eiði.
Kappingin er til heiðurs Janusi í Løðuni, ein virkin limur í Talvfelagnum Rókur, sum andaðist 6. juli 2024, bert 46 ára gamal.
📜 Skipan
Opin fyri øllum telvarum.
Talv hjá telvarum omanfyri 2400 í rating verða ikki ELO-ratað.
🕒 Umfør og Tíðarætlan
Fríggjadagur 9. januar
Umfar 1–4: kl. 18.00
Leygardagur 10. januar
Umfar 5: kl. 10.00
Umfar 6: kl. 14.00
Sunnudagur 11. januar
Umfar 7: kl. 13.30
Umfar 8: kl. 17.00
⏳ Tíðarreglur
Umfar 1–4: 10 min + 5 sek. pr. leik
Umfar 5–8: 60 min + 30 sek. pr. leik
💰 Vinningar
Samlað: 28.000 kr.
Nr. 1: 5.000 kr.
Nr. 2: 3.000 kr.
Nr. 3: 2.000 kr.
Ratingsvirðislønir (í hvørjum bólki): 1.000 kr. og 500 kr.
📊 Bólkar
Undir 2200
Undir 2000
Undir 1800
Undir 1600
Ongin rating
Besta kvinna
Fødd eftir 2014 (U12)
Genta fødd eftir 2014 (G12)
Fødd eftir 2010 (U16)
Genta fødd eftir 2010 (G16)
Fødd áðrenn 1977
Fødd áðrenn 1962
📝 Tilmelding
Freist: Hósdagin 8. januar 2026 kl. 12.00
Luttøkugjald: 100 kr. (Um tú ynskir at stuðla kappingini, ert tú vælkomin at flyta meira.)
Flyting: Konto nr. 6460-152.368.8
Tilmelding: Tryst her
Tilmeldingar higartil: Tilmeldingar
Fyriskipararnir loyva sær at lukka tilmeldingina, tá 100 tilmeldingar eru komnar.
⏳ Fríumfør
Møguligt at biðja um upp til 3 frí umfør.
Hvørt frí umfar gevur 0,5 stig.
Frí í 1. umfari skal boðast frá skrivliga við tilmelding.
Øll onnur fríumfør skulu avtalast við dómaran áðrenn parað verður.
Ikki ber til at biðja um frí í 8. umfari.
🤝 Avslutningur
Vónandi verður stuðlað væl undir kappingini, soleiðis at vit gerast nógv, sum savnast at minnast Janus.
Við talvkvøðu,
Talvfelagið Rókur